Smidligari umsiting gevur fleiri møguleika

   

Hans Albert Hansen, valevni sambandsfloksins í Havn
??????
Sitandi samgonga er av andstøðuni løgd undir óreglusemi í virksemi sínum, millum annað tá tað snýr seg um at halda ásettar byggisamtyktir. Hvørt hald er í hesum kann eg ikki taka dagar ímillum, men stundum kann tað verða skilagott at gera broytingar í samtyktunum, tí umstøðurnar kunnu verða broyttar við tíðini. Tað er tó givið, at mistøk altíð vilja koma fyri, óansæð hvør situr við valdið í byráðnum, tí tann ið einki mistak ger, ger oftast ov lítið. Tað er hinvegin umráðandi fyri álitið millum borgarar og býráð, at somu mistøk ikki verða endurtikin. Tískil er umráðandi at hava eina innanhýsis góðskuskipan ið kann endurskoða møguligar feilir ið verða gjørdir, fyri síðan at taka neyðug stig til at broyta mannagongdirnar, so hesi mistøk ikki koma fyri aftur. Hetta vil í longdini góðska politiska og kommunala arbeiði, samstundis sum tað vil menna álitið millum borgarar, politikkarar og umsiting.
Føroyski búskapurin ið bert hevur hálvt annað bein at standa á er serliga viðbrekin. Tí er umráðandi, at umsitingin er smidlig og skjótt kann tillaga seg búskaparligur sveiggini, soleiðis at vit í verri tíðum, uttan ov stór fíggjarlig inntriv, kunnu klára tær neyðugu kommunalu skyldurnar, sum eitt nú barnaansingina, eldrarøktina og aðrar sosialar skyldur, sum altíð skulu verða í lagi. Tað er ein sannroynd, at umsitingar hava lyndi til at skapa meiri arbeiði til sín sjálvs enn neyðugt. Hetta viðførir at fíggjarorkan hjá kommununi í ávísan mun verður bundin og tí ikki verður brúkt optimalt. Vit eiga tí hyggja eftir, hvørjar ar-beiðsuppgávur og tænastur skulu gerast av kommununi og hvørjar eiga at verða lagdar út til tað privata, eisini tí, at kommunan sum útgangsstøði ikki eigur kappast við privatu vinnuna. Ein fyrimunur við hesum er eisini, at uppgávur ikki verða umbidnar fyrr enn veruligur tørvur er á teimum. Á hendan hátt minkar kommunan um sínar føstu útreiðslur og kann tí í størri mun enn áður, tillaga virksemið eftir búskapinum, samstundis sum fleiri res-sourcir tá verða tøkar til onnur endamál.