Smokie á Hálsi í Havn leyg­ar­kvøld­ið

So eru legendarisku Smokie aftur komnir til Før­oy­ar. Enski rokk­bólk­ur­in úr Brad­ford, sum hevur verið virkin í síð­ani ein­a­ferð í sjey­t­i­áru­num og hev­ur havt ó­telj­andi hitt.

Teir fara at spæla fyri fullum húsi í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið. Rúni Djurhuus, fyrireikari, sigur, at dyrnar lata upp klokkan 23.30, men atgongumerkjasølan byrjar klokkan 22:30.
Fyriskiparinir settu fyrst 500 atgongumerki til sølu fyri 295 krónur, og tá ið tey vóru útselt vórðu enn 200 sett til sølu, og nú eru øll seld.
Enn ber tó til at ogna sær atgongumerki við at møta upp á hálsi leygarkvøldið. Fyriskiparinir siga at tað er eingin trupulleiki at fáa atgongumeri við dyrnar – og hettar kvøldið vilja teir hava fult hús.
Smokie er enskur rokkbólkur úr Bradford. Bólkurin, sum hevur verið virkin í 30 ár og hevur havt óteljandi hitt, er framvegis í stórformi.Smokie komu fram í sjeytiárunum, tá ið teirra løttu rocksangir gjørdust víðagitnir, men eisini árini síðani hevur bólkurin skrivað og spælt kendar sangir.
Smokie hava fleiri ferðir verið í Føroyum og framført. Sein­asta framførsla í Føroyum var í 2008 á Summarfestivalinum í Klaksvík.
– Tað byrjaði við 25 ára aldursmarki, men eftir fleiri áheitanir frá ungum fyrst í 20'unum, hava vit sett tað niður á 18 ár, sigur Rúni Djurhuus.

Fakta:
Burtur úr stóru rúgvuni av sangum, sum hava gjørt Smokie til eitt víðagitið navn, kunnu nevnast:
Livin' Next Door To Alice,
Oh Carol,
Needles And Pins,
Mexican Girl,
Lay Back In The Arms Of Someone,
I'll Meet You At Midnight og
Boulevard Of Broken Dreams