Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í dag.
Í høllini við Streymin eydnaðist tað EB at vinna greiðan 35-27 sigur á VB. Í steðginum var EB á odda 17-14.
Tíðliga í seinna hálvleiki økti EB til 21-14, og eftir tað vóru eiðiskvinnur ongantíð á odda við færri enn fýra málum.
Talan er um fyrstu stigini hjá EB hetta kappingarárið. VB hevur enn fyrsta stigið til góðar.
Sanja Pajic var toppskjútti hjá EB við átta málum. Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB, somuleiðis við átta málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 3 | 114 | 67 | 47 | 6 |
Kyndil | 3 | 104 | 52 | 52 | 6 |
StÍF | 3 | 76 | 83 | -7 | 4 |
VÍF | 2 | 59 | 35 | 24 | 4 |
Neistin | 3 | 62 | 70 | -8 | 2 |
EB | 4 | 100 | 134 | -34 | 2 |
Stjørnan | 3 | 68 | 106 | -38 | 0 |
VB | 3 | 68 | 104 | -36 | 0 |