SMS: Greiður sigur til Kyndil í oddauppgerðini

Kyndil er nú greitt á odda í SMS-deildini. VÍF vann eisini greiðan sigur í Hoyvíkshøllini

Tveir dystir í SMS-deildini byrjaðu klokkan 14.

 

Lagt var upp til eina javna og spennandi oddauppgerð millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn, men tað bleiv ikki heilt tann væntaði spenningurin.

 

Kyndil vann ein greiðan 34-27 sigur. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 16-13.

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum.

 

Kyndil er nú greitt oddalið í SMS-deildini, seks stig frammanfyri Neistan. 

 

VÍF vann eisini ein greiðan sigur á H71 í Hoyvíkshøllini.

 

VÍF vann 29-22 á H71. Grundin var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 16-9.

 

Christina Arge var toppskjútti hjá H71 við seks málum. Durita C. Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum.

 

Dysturin í Vágshøll millum VB og Stjørnuna byrjaði klokkan 15.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Neistan og Kyndil:

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum H71 og VÍF:

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1445834311526
 NEISTIN144193605920
 H71144283844418
 STÍF13377368916
 VÍF144273943314
 EB13332399-677
 STJØRNAN13334402-686
 VB13309434-1251