Seinna FM-hálvfinalan í SMS-deildini millum H71 og Stjørnuna var leikt í Hoyvíkshøllini fyrr í dag.
H71 skrivaði søgu við at vinna dystin 28-26. H71 vann fyrru FM-hálvfinaluna í KÍ-høllini í Klaksvík 32-26, og fyri fyrstu ferð nakrantíð eru kvinnurnar hjá H71 í FM-finalunum.
Í steðginum var einki sum bendi á, at dysturin fór at gerast spennandi tí H71 var á odda 16-10 í steðginum.
Tá 10 minuttir vóru eftir hevði Stjørnan vunnið seg uppá 23-24. Tríggjar minuttir seinni var støðan 27-23 til H71. Stjørnan vann seg uppá 25-27 áðrenn H71 aftur økti til 28-25.
Stjørnan spælir bronsudyst móti antin Kyndli ella Neistanum leygardagin 2. apríl. H71 spælir 1. FM-finaluna av fimm møguligum móti antin Kyndli ella Neistanum sunnudagin 3. apríl.
H71-Stjørnan 28-26 (17-10) - H71 vinnur FM-hálvfinaluuppgerðirnar 2-0.
HER sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##