SMS: H71 tryggjaði sær javnleik í seinasta sekundinum

VB tryggjaði sær sigurin á Stjørnuni í seinasta sekundinum

Savnsmynd

Fult umfar var leikt í SMS-deildini í dag. Og í tveimum førum gjørdist talan um háspenning.

 

Í høllini á Hálsi í Havn endaði oddauppgerðin millum Kyndil og H71 við javnleiki 36-36. Tá 35 sekund vóru eftir av dystinum skoraði Turið Arge Samuelsen til støðuna 36-34 til Kyndil. Men H71 bara skjótt at. Maria H. Weyhe skoraði fyrst til 36-35, og í allarseinasta sekundinum javnaði Sára Berg á Lag til endaligu støðuna 36-36.

 

Í steðginum var H71 á odda 17-13. Í seinna hálvleiki var Kyndil omaná, men teir gloymdu at binda fyri móti dystarenda. 

 

Turið Arge Samuelsen var við 13 málum stórskjútti hjá Kyndli. Við níggju málum var Maria H. Weyhe toppskjútti hjá H71. 

 

Í KÍ-høllini var eisini drama, har Leona Kjærbæk Djurhuus í allarseinasta sekundinum tryggjaði VB ein 24-23 sigur, og harvið tvey kærkomin stig. 

 

Í steðginum vóru vágskvinnur á odda 13-11.

 

Iuliia Nalivko var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni. Carmen Luiza Silva var við átta málum toppskjútti hjá VB.

 

Í høllini á Skála vann Neistin greitt 35-26 á StÍF. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 16-13.

 

Superveteranurin, Poula Dulavík Berg var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Toppskjútti hjá Neistanum var Ró Reginsdóttir við 10 málum.

 

Í høllini á Eiði vann VÍF ein knúsandi 37-18 stórsigur á EB. Longu í steðginum vóru 12 mál á muni. Tá var støðan 19-7 til VÍF.

 

Við fýra málum hvør vóru Solveig Dahl og Vár Leo Mortansdóttir toppskjúttar hjá EB. Landsliðsleikarin, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við 13 málum stjórskjútti hjá VÍF í dag.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

 

 

 

 

Savnsmynd