SMS: H71 vann stórsigur á VB í Hoyvíkshøllini

Tað vóru 19 mál á muni millum H71 og VB

Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 39-20 á VB. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 18-10.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Carmen Luiza Silva skoraði meir enn helvtina av málunum hjá VB. Hon skoraði heili 11 mál.

 

Í morgin spæla Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi í Havn klokkan 14. Tveir dystir vera leiktir klokkan 15. Teir eru EB-Neistin og Stjørnan-VÍF.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-VB 39-20 (18-10):

 

##med2##