SMS-samtakið hevði 32 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør.
Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi í kvøld, og leiðsla felagsins fegnast sum vera man um góða úrslitið.
– Eitt sera gott avlop í 2020.
Tað er stutta niðurstøðan, tá ið stjórn og nevnd í SMS-samtakinum taka samanum árið 2020.
SMS-samtakið hevði 39 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2020 – tað eru 32 milliónir krónur eftir skatt. Umsetningurin var 575 milliónir krónur í fjør. Ein partur av úrslitinum eru sonevndar óvanligar inntøkur, sum stava frá sølu av partabrøvum í øðrum fyritøkum.
Einki verður nevnt um, hvørji partabrøv, talan er um, sum SMS hevur selt. Men SMS hevur selt partabrøv sínum í ølbyrjjarínum Okkara og í kanningarstovuni Thetis.
Talan er um munandi framgongd í rakstrinum sammett við 2019, tá ið ársúrslitið fyri skatt var 25 milliónir krónur – svarandi til 20 milliónir krónur eftir skatt. Umsetningurin í 2019 var 508 milliónir krónur.
270 ársverk eru í samtakinum, men tá ið starvsfólkahópurin verður gjørdur upp eftir starvsbrøki hjá ymisku starvsfólkunum, so svarar tað til, at umleið 700 fólk eru á lønarlistanum hjá SMS-samtakinum. Høvuðsvirksemið hjá samtakinum er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Myllnurnar, Dvøljan og Miðlon.
SMS hevur í dag havt aðalfund, har ársroknskapurin fyri 2020 var góðkendur.
Í nevndini sita:
Christian Andreasen, formaður
Mogens Nielsen fyri NM Holding
Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P/F Farcod.
P/F Enniberg og Sp/F NM Holding eiga SMS.