SMS: Hoyr hvussu neistakvinnur vunnu trygt á H71 (FM1)

(FM1) Hoyr stórskjúttan hjá Neistanum, Marjuna F. Danberg og virkandi venjaran hjá H71, Hallur Danielsen seta orð á greiða 29-20 sigurin hjá Neistanum

##med2##

Neistakvinnur senda greið boð út til kappingarneytarnar, at tær skulu takast í størsta álvara í FM-stríðnum í SMS-deildini.

Neistin vann sannførandi 29-20 sigur á H71 í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 14-11. 

Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Marjun F. Danberg við 12 málum, Ingun Kristina Persson við fimm málum og Stina Madsen við fýra málum.

Toppskjúttar hjá H71 vóru Maria H. Weyhe við átta málum og Jana Mittún við fýra málum.

Kyndil er oddalið við 20 stigum. H71 er nummar tvey við 17 stigum og Neistin er nummar trý við 14 stigum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum, og taka samanum ein væl uppibornan sigur til Neistan. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við stórskjúttan hjá Neistanum, Marjuna F. Danberg sum gleðiliga kann staðfesta, at hon og liðfelagarnir eru við at vera har, ið tær ynska at vera, og kunnu nú veruliga bjóða av í oddastríðnum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við virkandi venjarin hjá H71, ið mátti fyribils taka við nú Carsten Thomsen valdi at gevast sum venjari hjá H71. Hallur Danielsen staðfestir eitt út av lagi vánaligt avrik hjá hoyvíkskvinnum í dag. 

##med3##

Í Klaksvík vann Stjørnan rættiliga óvæntað 27-24 á VÍF. Suðuri í Vági vann VB 25-24 (15-9) á StÍF.

(Neistin-H71 29-20 (14-11). Hoyr dystarendan og samrøður við Marjuna F. Danberg og Hallur Danielsen)