SMS inn á Skálafjørðin

Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at SMS í Havn hevur í umbúna at byggja eina nýggja sølumiðstøð á Lambareiði. Hvørki stjórin í SMS, Hans Mortensen ella býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, avsanna hesar ætlanin

Handilsvinna

Mangt bendir á, at SMS í Havn nú vendir kikaranum móti Skálafjørðinum.
Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at sølumiðstøðin í høvuðsstaðnum ætlar at byggja eitt nýtt SMS eystanfyri vegin niðan á Hústoft í Lamba, sum Runavíkar kommuna nú vil hava lagt út til handilsøki.
Hvørgin av stjórunum í SMS, Hans Mortensen og Niels Mortensen, vilja vátta hesi tíðindi, men teir vilja heldur ikki avsanna tey.
- Vit hava eisini hoyrt søgurnar, men hava onga viðmerking til málið, er svarið.
Spurdur, um hann vil avsana tíðindini, leggur Hans dent á, at hann framvegis onga viðmerking hevur.
Niels sigur hinvegin, at hann vil ikki avsanna hesi tíðindi.

Handilsøki

Sosialurin vendi sær til Rodmund Nielsen, býráðsformann í Runavíkar kommunu og spurdi hann beinleiðis, um SMS hevur søkt um øki til eitt SMS í kommununi.
- Eg vil ikki ordiliga vátta ella avsanna tíðindini, men eg kann siga, at vit hava fleiri fyrispurningar, og samrøður og samráðingar eru um ymiskt við atliti til handilslívið í kommununi, sum Rodmundur tekur til.
Runavíkar býráð hevur annars einmælt samtykt at leggja økið, sum er eystanfyri vegin niðan á Hústoft í Lamba, til handilsøki.
- Neyðugt er í hesum sambandi at broyta býarætlanina, tí hetta øki, sum í dag er hagi, er sum í flestu øðrum kommunum eitt landbúnaðarøki.

12000 fermetrar
Býráðsformaðurin sigur, at ætlanin er framløgd, men helst fer tað at taka eitt hálvt ár ella so, áðrenn tey formellu viðurskiftini eru komin uppá pláss.
Økið, sum talan er um, er í fyrstu syfti einar 12.000 fermetrar stórt.
Rodmundur Nielsen váttar, at ymiskt er í stoypiskeiðini og samráðingar eru við ymiskar partar innan handilsvinnuna um nýtslu av økinum.
- Men tað fyrsta, vit mugu gera, er at fáa neyðugu formalitetirnar uppá pláss, sigur hann.