SMS: Kyndil vann 1. FM-hálvfinaluna

2. FM-hálvfinalan verður leikt annan páskadag

Kyndilskvinnur hava fyrimunin til 2. FM-hálvfinaluna í SMS-deildini, ið verður leikt annan páskadag klokkan 16.

 

Kyndil vann í kvøld í 1. FM-hálvfinaluni 23-21 á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda 12-11. Kyndil var á odda allan seinna hálvleik, onkuntíð øktu tær upp til fýra mál.

 

Toppskjúttar hjá Neistanum: Silja Heðinsdóttir 4, Birna Eyðunardóttir 3, Ró Reginsdóttir 3, Marjun Danberg 3. 

 

Toppskjúttar hjá Kyndli: Bjarta O. Johansen 7, Natasja Hammer 4, Inga Maria Roysdóttir 3, Turið Arge Samuelsen 3.

 

Vinnur Kyndil dystin annan páskadag hava tær vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur Neistin verður tann triðja og avgerandi FM-hálvfinalan spæld hósdagin 24. apríl.