Kyndilskvinnur hava vunnið seg í FM-finalurnar í SMS-deildini.
Kyndil vann eisini aðru FM-hálvfinaluna móti Neistanum.
Í tí sum í dag var heimadysturin hjá Kyndli vann heimaliðið 27-23. Í steðginum var Kyndil á odda 14-10. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna 23-21, og vunnu sostatt hálvfinaluuppgerðina 2-0.
Toppskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Bára Krossteig Hansen 5, Bjarta Osberg Johansen 4, Natasja Hammer 4.
Toppskjúttar Neistin: Anna S. Mikkelsen 5, Ró Reginsdóttir 4, Eir Martinsdóttir 3, Birna Eyðunardóttir 3.
Klokkan 19 byrjar 2. FM-hálvfinalan millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. H71 vann 1. FM-hálvfinaluna 38-37, og við sigri í kvøld tryggja hoyvíkskvinnur sær pláss í FM-finalunum. Vinnur VÍF verður triðja og avgerandi hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini komandi hóskvøld klokkan 18.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá aðru FM-hálvfinaluni millum Kyndil og Neistan:
##med2##