SMS: Kyndil, VÍF og Neistin vunnu greiðar útisigrar

Kyndil vann á StÍF, VÍF vann á VB og Neistin vann á Stjørnuni

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag, og í øllum trimum førum gjørdist talan um greiðar útisigrar.

 

Í høllin á Skála vann Kyndil ein trivaligan 33-20 sigur á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12.

 

Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum. 

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Neistin 29-24 á Stjørnuni. Í steðginum var Neistin á odda 16-10.

 

Maria P. Nólsoy gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Sonja Sirdal Á Bergi var toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum.

 

Í Vágshøll vann VÍF 29-22 á VB. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Í steðginum var bert eitt mál á muni. VÍF var á odda 14-13 í steðginum.

 

Durita Krosslá Hjelm var toppskjútti hjá VB við 10 málum. Rannvá Olsen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN25944154
 KYNDIL2535032
 H712646132
 EB25359-62
 STÍF24955-62
 VÍF2595632
 STJØRNAN25355-22
 VB24858-100

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-Kyndil 20-33 (12-15):

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Stjørnan-Neistin 24-29 (10-16):

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum VB-VÍF 22-29 (13-14):

 

##med4##