SMS: Neistakvinnur eru javnar við kyndilskvinnur í stigum

Aftaná stórsigurin hjá Neistanum á VB ígjárakvøldi hava havnarliðini 30 stig hvør undan seinasta umfarinum í grundspælinum

Í gjárakvøldi var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Neistin tók móti VB í høllini á Hálsi.

 

Neistakvinnur livdu upp til sín greiða favorittleiklut og vunnu stórsigur 42-29. Í steðginum var Neistin á odda 22-10.

 

Kyndil og Neistin hava nú bæði 30 stig undan seinasta leikumfarinum í kapprenningini um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.

 

Men Kyndil hevur ein munandi betri málmun. Kyndil hevur málmunin pluss 157, meðan Neistin hevur málmunin pluss 116.

 

Leygardagin 1. apríl tekur Neistin móti VÍF í Havn, og sama dag spælir Kyndil móti VB suðuri í Vági.

 

Støðan: 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##