Seinnapartin eru tveir dystir leiktir í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin stórsigur 33-13 á EB. Longu í steðginum vóru 12 mál á muni. Tá var Neistin á odda 20-8.
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var við níggju málum toppskjútti hjá Neistanum. Nadja Pejovic var við fýra málum toppskjútti hjá EB.
Í høllini á Skála vann Stjørnan 27-20 á StÍF. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 14-10.
Rebekka Justinussen var við fimm málum toppskjútti hjá StÍF. Við 10 málum gjørdist Iuliia Nalivko toppskjútti hjá Stjørnuni.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##
##med4##














