Tað vera Kyndil og StÍF, ið fara at spæla FM-finalurnar í SMS-deildini.
Strandakvinnur vunnu eisini aðru FM-hálvfinaluna móti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn.
Dysturin á Hálsi endaði við 29-24 sigri til StÍF. Neistin var omaná í fyrra hálvleiki og var á odda 16-13 í steðginum. StÍF megnaði teir fyrstu 10 minuttirnar at venda 13-16 til eina 19-16 leiðslu, og eftir tað sleptu strandakvinnur ikki leiðsluni aftur. Tað nærmasta Neistin kom var við støðuna 22-24.
Farna mikukvøld vann StÍF 27-24 (16-14) á Neistanum í tí fyrru hálvfinaluni.
Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá StÍF við seks málum. Natasja Hammer var stórskjútti hjá StÍF. Hon skoraði 12 av 29 málum.
Í FM-finalunum verður spælt best av fimm dystum. Um tað endar við fimm dystum fær Kyndil tríggjar heimadystir, tí tær vunnu grundspælið.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá seinnu hálvfinaluni millum Neistan og StÍF:
##med2##