SMS: Tað endaði javnt millum EB og StÍF

Eiðiskvinnur liggja á einum FM-fjórðingsfinaluplássi

Savnsmynd: HSF

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Í høllin á Eiði møttust EB og StÍF. Dysturin endaði við javnleiki 18-18. Í steðginum var EB á odda 10-8.

 

Sanja Pajic hjá EB og Josefine Dyring hjá StíF skutu meir enn helvtina av málunum hjá sínum liðum.

 

Tær gjørdust báðar toppskjúttar hjá sínum liðum við 10 málum hvør. Liðfelagarnir hjá teimum skutu samanlagt bert átta mál.

 

Í morgin klokkan møtast VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna. Í annaðkvøld klokkan 18 tekur Neistin móti H71 í høllini á Hálsi í Havn. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum á Eiði:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil62201229812
H715173133408
StÍF6135145-106
VÍF38857316
Neistin5109116-75
EB7165213-483
Stjørnan5117171-542
VB5114164-500

Savnsmynd: HSF