Ein dystur var á skránni í SMS-deildini í dag.
Talan var um botnuppgerðina millum EB og VB í høllini á Eiði.
Vágskvinnur vunnu greiðan 32-24 sigur. Talan er um triðja sigurin hjá VB hetta kappingarárið. Liðini fylgdust til sjey minuttir vóru farnir, tá var støðan 3-3. Eftir tað dróg VB spakuliga frá EB, og í steðginum var VB á odda 15-11. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði VB økt til 18-11. Serliga avgerandi var løtan tá VB fór frá 24-20 leiðslu til eina 29-20 leiðslu í dystinum.
EB-VB 24-32 (11-15) - Stigatalvan sæst undir dómaraseðlinum hjá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 15 | 455 | 364 | 91 | 29 |
KYNDIL | 14 | 412 | 316 | 96 | 21 |
STJØRNAN | 16 | 483 | 384 | 99 | 20 |
NEISTIN | 16 | 417 | 365 | 52 | 20 |
STÍF | 16 | 376 | 375 | 1 | 12 |
VB | 16 | 349 | 472 | -123 | 6 |
EB | 17 | 334 | 550 | -216 | 2 |