SMS: VÍF vann greiðan sigur á Neistanum

Neistin megnaði ongantíð veruliga at hála inn á VÍF í seinna hálvleiki

Savnsmynd

Mikukvøldið var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti VÍF. Bæði liðini høvdu tvey stig hvør undan dystinum.

 

VÍF vann dystin 20-15. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 11-8. Neistin megnaði ongantíð at hála inn á VÍF í seinna hálvleiki 

 

Støður í dystinum: 2-3 (10.), 4-7 (20.), 8-11 (30.), 11-15 (40.), 13-18 (50.), 15-20 (60.).

 

Hervør Niclasen var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.

 

VÍF hevur saman við H71 og Kyndli fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. Neistin og StÍF hava tvey stig hvør, og aftast eru EB, Stjørnan og VB við ongum stigi.

 

Leygardagin klokkan 18 spæla H71 og Stjørnan í Hoyvíkshøllini. Sunnudagin klokkan 15 vera tveir dystir leiktir. Teir eru VB-StÍF í Vágshøll og EB-Kyndil í høllini á Eiði.

 

Neistin-VÍF 15-20 (8-11)

 

Neistin: Hervør Niclasen 5, Brynja Høj 3, Birita Ingólvsdóttir 2, Anna S. Mikkelsen 2, Ró Reginsdóttir 1, Eir Martinsdóttir 1, Silja Heðinsdóttir 1.

 

VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 7, Durita Christophersen Jojic 6, Agnas Funn 4, Rakul Borgarlíð Joensen 1, Mille Dahl 1, Rannvá Olsen 1.

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd