Norska tollvaldið hevur úr at gera við útlendskum ferðafólki, sum royna at smugla fisk við sær, tá tey fara heimaftur. Eitt nú hevur tollvaldið í Troms og Finnmark lagt hald á næstan fýra tons av flaki higartil í ár, og tað er meiri enn nakrantíð fyrr, skrivar Nordlys.
Ein talsmaður fyri tollvaldið í Troms og Finnmark sigur við blaðið, at onnur ár hava tað serliga verið týsk ferðafólk, sum hava roynt at fáa flak við sær heimaftur, men at í ár eru tað fleiri fólk úr Eysturevropa, sum hava roynt tað sama.
Tann størsta einstaka nøgdin, sum tollvaldið hevur funnið, var 444 kilo av flaki, sum ein maður í Litava ætlaði at fáa við sær úr Noregi. Í einum øðrum føri bleiv ein maður úr Kekkia steðgaður við 359 kilo av flaki, og ein maður úr Belgia, sum bleiv steðgaður, hevði 358 kilo av flaki í bilinum.