Suðuroyarsiglingin
Nú er tíðin komin, at Smyril aftur skal í dokk.
Suðuroyarskipið fer avlandinum fríggjadagin og verður burtur í einar tríggjar vikur.
Men hesuferð er munurin tann, at nú hevur tað eydnast Strandferðsluni at útvega eitt hóskandi avloysaraskip at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna.
Tað er estlendska ferjan St. Ola.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril verður vætnandi burtur í tríggjar vikur og hesa tíðina fer St. Ola at røkja sigliningina.
Manning av Strandferðsluni er farin til Estlands eftir ferjuni og hon kemur til Føroyar í morgin og verður sett í sigling hóskvøldið.
Suðuroyingar hava mangan ilskast inn á tey skipini, sum hava loyst Smyril av, tá ið hann hevur verið í dokk, tí tey hava verið ov vánalig.
Men tað verður neyvan hesuferð, tí St. Ola skuldi ikki verið verri skip enn Smyril og hon lýkur øll tey krøv, sum Strandferðslan setir til eina slíka ferju.
Hon hevur siglt í fastari rutu ímillum Scrabster og Stromness á Orknoyggjum og tað er minst líka ringt sum í Suðuroyarfirði og ferjan er gjørd hareftir.
Hon er smíðað í 1971 og hon hevur stabilisatorar bæði aftan og framman .
Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur.
Tá ið Smyril fer í dokk, skulu ábøtur gerast á stabilisatorarnar, fyri at forða fyri at teir fara so lætt einferð afturat, og somuleiðis skal nokk so fitt av stáli í botninum skiftast, umframt annað arbeiði. Tað verður í Frederikshavn í Danmark, at Smyril fer í dokk.
Útnytta so væl sum gjørligt
Strandferðslan kann leiga St. Ola í 75 dagar. Fyrr hevur verið upplýst, at St. Ola kostar 6.750 evrur um dagin, tað eru umleið 50.300 krónur í okkara peningi.
Tá er flaggskipari og maskinmeistari við, men allar hinar útreiðslurnar til manning, olju o.a. rindar Strandferðslan.
Men tá ið Smyril skal í dokk í tríggjar vikur og St Ola er leigað í 75 dagar, er nógv alopstíð og Strandferðslan umhugsar nú, hvussu leiguferjan kann útnyttast betri.
Strandferðslan er í kelmmu ímillum kravið um at útvega hóskandi avloysaraskip til suðuroyarsiglingina fyri Smyril og treytirnar frá teimum, sum leiga skip út, tí 75 dagar var avgjørt tað stytsta, sum estlendski reiðarin vildi góðtaka at leigumálið vardi.
Kristian Davidsen sigur, at ein møguleiki, sum verður kannaður, er, um tað ber til at senda Dúgvuna í dokk eisini, tá ið Smyril er afturkomin, so at St Ola eisini kann røkja siglininga um Leirvíksfjørð, men ongin avgerð er tikin enn.