Longu nú er greitt, at broyting verður í ferðaætlanini hjá Smyrli í næstu viku, og orsøkin er viðlíkahald umborð á Smyrli.
Tann 24. februar verður viðlíkahaldsarbeiði umborð, load-test av SB lifeboat, sum SSL skrivar á síni heimasíðu.
Orsakað av hesum fellur túrurin kl 8:45 av Havnini, og túrurin kl 11.30 av Krambatanga burtur mikudagin 24. februar, upplýsir Srandferðslan á ssl.fo.