Smyril fekk maskinbrek á veg til Havnar

Smyril liggur í løtuni við maskinbreki norðan fyri Hvalnes, norðan fyri Skálavík

Sambært ferðafólki umborð hevur skiparin boðað frá, at skipið hevur maskinbrek, men at eingin vandi er á ferð. Skipið hevur lítla framdrift, verður sagt.

Smyril er fullsettur á veg til Havnar.

 

Sum skilst eru trupulleikar við kølivatninum, og tey siga, at skiparin væntar, at Smyril er á Havnini klokkan 20.

 

##med3##

 

Tey stytta sær stundir umborð á Smyrli, sum fekk maskinbrek á veg norður til havnar. Ebenezerkórið, sum hevur sungið í Salti á Drelnesi, syngur fyri ferðafólkum

 

##med2##

 

 

DAGFØRING klokkan 20:25: Smyril liggur nú við bryggju á molanum í Havn.

 

 

##med4##

 

##med5##

 

Trýst á myndina fyri at síggja, hvar Smyril er staddur beint nú

Hvalnes Mynd: Pól Sundskarð