Tað er eitt sindur sjaskut í sjónum um middagsleitið í gjár.
Skiparin situr í stóli sínum og honum við lið er øll tann tekniska útgerðin, sum krevst til eitt so stórt ferðamannaskip.
Á radaranum síggjast tvey skip nærkast, og løtu seinni kunnu vit eygleiða tveir trolarar, helst partrolarar sum eru á veg til fiskiskap.
Stýrimaðurin er eisini á brúnni, og hesa løtuna, vit fáa eitt stutt prát við skiparan hevur hesin ábyrgdina av kós og ferð.
Smyril kom til landið tíðliga í vetur og hevur nú verið í sigling í meiri enn fýra mánaðir. Tíðin er komin at gera støðuna upp.
Tað er skjótt sagt: Hetta er eitt ótrúliga gott skip og liggur væl í sjónum. Jú, Smyril er eitt sera sjógott skip, sigur Hanus Lassen.
Vit eru komnir inn á Tvøroyarfjørð, og tíð er hjá honum at fáa lagt skipið trygt og gott at á Krambatanga.
Við skipinum eru fleiri almennir gestir, tí á hesum túrinum verður á fyrsta sinni møguligt hjá teimum ferðandi at kunna ganga umborð umvegis nýggju farstøðina.
Frammanundan hevur Hanus boðað frá hesum í hátalarunum. Ferðafólkini á veg suður sleppa tó ikki at royna hesa farstøðina beinanvegin. Hon skal fyrst takast alment í nýtslu.
Men næstu ferð verður hetta gjørligt!
Onkrir rusktúrar
Hanus Lassen hevur sum skipari upplivað, hvussu skiftandi tað føroyska veðurlagið kann vera.
Men síðani hesi nýggi Smyril varð settur í sigling 1. november í fjør hevur hann ikki verið úti í nøkrum rættiligum ódnarveðri.
- Vit hava sjálvandi havt ruskveður onkran túrin, treyðugt so. Men tað hevur ikki seinkað okkum stórvegis, sigur hann.
Tað hevur tí eisini verið sjáldan, at hann sum skipari hevur verið noyddur at slaka ferðini nakað orsakað av hesum.
- Nei, hetta hevur alt bara riggað so sera væl, sigur hann.
Fyri suðringar er tí talan um eitt sera snotuligt og sjógott skip, sum teir bara kunnu fegnast um.
Smyril er eitt skip sum teir kunnu vera stoltir av og sum teir kunnu stóla uppá.
Kyrr havn
Eitt er so tað at fara um Suðuroyarfjørð. Eitt annað er so, hvussu tað er at hava hetta stásiliga farið liggjandi við bryggju á Krambatanga á Drelnesi.
- Hon riggar eisini sera væl, er stutta viðmerkingin hjá Hanusi til henda spurningin.
Við Krambatanga er púra kyrt, og her kann manningin óttaleys lata skipið liggja í øllum veðri.
Tá Smyril lá við bryggju á gomlu atløgubryggjuni vóru teir onkutíð bangnir
um endarnir hildu, tá illveður var.
- Men við nýggju havnina liggur skipið púrasta trygt, sigur Hanus.
Tveir tímar
Um ein hyggur í ferðaætlanina so stendur ferðin um Suðuroyarfjørð at taka 1
tíma og 50 minuttir.
Tað skjótasta teir hava siglt er kortini 1 tími og 40 minuttir. Men sum
skiparin leggur dent á, so tekur tað - ikki óvæntað - longri tíð at leggja at enn at fara
fra landi.
- Tí er helst rættast at rokna við sløkum tveimum tímum, frá tí vit loysa á
øðrum staðnum til endarnar eru festir í land á hinum staðnum, sigur Hanus.
Ein lætti
Tað er neyvan bert skiparin á Smyrli sum er nøgdur við hetta nýggja skipið,
og tær tænastur sum verða veittar umborð.
Í øllum førum kann staðfestast at talið av ferðafólki er hækkað úr 10.108 í oktober í fjør t.v.s. áðrenn nýggi Smyril kom - til 12.035 í januar mánaði í ár.
Talið av bilum er eisini hækkað somu tíð - úr 3.668 í oktober til 4.484 í januar mánaði í ár.
Hesi ferðafólkini fegnaðust sjálvandi um, tá nýggja samferðsluhavnin varð
tikin í nýtslu, og í gjár kundu tey so eisini gleðast um, at nú er munandi
betri hjá teimum at koma umborð og í land.
- Ja, hetta fer at lætta munandi um hjá ferðafólkunum. Tað er ein stórur
fyrimunur fyri tey, nú tey sleppa undan at draga viðførið upp og niður.
- Hetta fer at lætta munandi um hjá øllum, eins og tænastan verður betri. Eingin ivi um tað, sigur ein brosandi Hanus Lassen.