Arbeiðið upp á Smyril á skipasmiðjuni á Skála, gongur sum ætlað.
?Tey feskastu boðini av Skipasmiðjuni á Skála siga, at Smyril verður liðugur til avtalaða tíð, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni.
? Avtalan við skipasmiðjuna var, at Smyril skuldi vera liðugur tann 21. juni, tað er týsdagin, og tað fer at halda.
? Men so er eftir at vaska og rudda, áðrenn hann verður settur í sigling aftur.
Men hendir ikki okkurt heilt óvæntað, verður Smyril settur aftur í sigling mitt í komandu viku.
Sostatt skuldi ongin vandi verið fyri jóansøkuni, sum verður í Vági komandi vikuskiftið.
Uttan at fara í smálutir, sigur Magnus Magnussen, at tað eru stórarbeiði, sum eru gjørd uppá Smyril hesa tíðina, hann hevur verið á beding.
Nú verður hann málaður, umframt at teppi skulu skiftast o.s.fr.
?Men tað hava verið langir arbeiðsdagar á skipasmiðjuni, heilt upp í 16 tímar, tí tá ið eitt so gamalt skip verður kannað, er altíð okkurt óvæntað at finna, sum eisini skal gerast.
Tað einasta, sum hevur verið eitt sindur ?spennandi?, er, at stabilisatorararnir hava ikki virkað.
? Ein serkønur breti skuldi koma til Føroyar at kanna teir hesa vikuna.
?Men eftir, at hann hevur kannað málið, er tað nú greitt, at brekið er ikki so álvarsligt, at tað broytir, sigur Magnus Magnussen.
Claymore ongan veg
Annars hevur tað gingið sum rótasúpan í Suðuroy, at avloysaraskipið hjá Smyrli, Claymore, er selt, og skal undir øllum umstøðum av landinum longu mánadagin.
Men hetta avsannar Magnus Magnussen avgjørt.
?Eg kann vissa suðuroyingar um, at Claymore fer ongan veg, fyrrenn Smyril er komin aftur í sigling.
Hann sigur, at Strandferðslan hevur leigað Claymore í seks vikur.
? Men vit hava rætt til at leiga hann í 30 dagar afturat.
? Sostatt kunnu vit, í ringasta føri hava Claymore til síðst í juli mánaða, um so skuldi verið, sigur Magnus Magnussen.
Politikarar hava funnist at tykkum fyri at koyra Smyril á beding á hásumri, tá ið ferðafólkastreymurin er størstur, heldur enn at bíða til seinni í ár?
?Skipasýnið krevur, at eitt ferðamannaskip skal á beding einaferð um árið. ? Men tá ið tangatoppurin fór, høvdu vit eina avtalu við skipasýnið um, at tað skuldi gerast aftur, næstu ferð, Smyril fór í dokk og tað var í apríl, mei í ár.
Og tað varð góðtikið.
? Sostatt høvdu vit eina greiða avtalu við Skipasýnið og hana máttu vit halda.
Magnus Magnussen sigur, at hann veit ikki, um tað hevði loyst seg at søkt skipasýnið um loyvi at útseta arbeiðið eina tíð afturat.
? Men skulu vit alla tíðina reka okkara flota við undantaksloyvum frá Skipasýninum, verður tann kvota eisini uppbrúkt einaferð.
? Vit mugu eisini vísa, at vit hava ein vilja til at hava viðurskiftini í rættlag og at hava trygdina í lagi, sigur Magnus Magnussen.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.