- Avbjóðingin gjørdist størri, enn vit høvdu væntað, tá eg tók við stjórastarvinum fyri hálvum øðrum ári síðan. Men so mikið fegnari eru vit, nú alt bendir á, at vit hava nátt teimum málum, sum vit settu okkum. Hóast høgu oljuprísirnar bendir alt á, at felagið í ár fær eitt lutfalsliga gott rakstrarligt úrslit.
Tað sigur stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen.
Hann leggur aftrat, at tá hann tók við stjórastarvinum á sumri í 2010, var greitt, at stórar avbjóðingar lógu fyri framman.
- Høgir oljuprísir og fíggjarkreppa skaptu sína óvissu. Haraftrat vistu vit, at felagið fór at fáa gjaldføris-og kapitaltrupulleikar, sum árið 2010 leið. Samstundis, sum hesi skýggj hingu yvir okkum, noyddust vit beinanvegin at seta langsiktaðar ætlanir út í kortið, sum kundu betra um raksturin hjá felagnum.
Stjórin vísir á, at tað eisini eydnaðist at fáa loyst gjaldføristrupulleikarnar hjá felagnum, umframt at tær ætlanir, sum leiðslan legði fyri árið í ár, hava eydnast.
- Hóast høgu oljuprísirnar bendir alt á, at Smyril Line í ár fær eitt lutfalsliga gott rakstrarligt úrslit. Í løtuni sær út til, at ársúrslitið verður einar 20-25 miljónir krónur betri enn í 2010, og tað merkir, at Smyril Line helst kemur við einum rakstrarligum avlopi í ár á einar 5-10 miljónir krónur, sigur Rúni Vang Poulsen.