Á aðalfundinum í dag hevur Smyril Line valt nýggja nevnd Smyril Line hevði aðalfund í dag klokkan 16. Tað hoyrdist sum slatur, at ætlanin var at frysta hetlendska limin í nevndini úti, og tí var størsti spenningurin um júst nevndarvalið.
Á aðalfundinum var skotið upp, at víðka nevndina úr fýra í fimm limir, og varð hetta samtykt, hóast hetlendska umboðið skjeyt upp at víðka nevndina til seks limir.
Nýggja nevndin hjá Smyril Line sær nú soleiðis út: Hákun Djurhuus, formaður, Wilhelm Petersen, Erik Østergaard, Kurt Skov og Jónas Halgrimsson.