Smyril má liggja longri enn væntað

Hann skuldi sigla í morgin ári, men tað verður ikki av nøkrum

Tað er nú greitt, at tað fer ikki at ganga so væl í hond at umvæla teknisku trupulleikarnir á Smyrli, sum ætlað.

Smyril fekk  tekniskt brek í dag og øll sigling í kvøld varð avlýst. Yvir 220 ferðafólk, og bilar, sum vóru komin umborð, tá ið Smyril skuldi fara av Krambatanga klokkan 17.30, máttu so pent í land aftur.

Men eftir ætlan skuldi Smyril aftur av Krambatanga eftir ferðaætlanini klokkan seks í morgin, segði ferðslusamskiparin, Marin Hentze Gaardlykke, fyrr í kvøld.

Men nú er greitt, at heldur ikki tað verður av nøkrum, tí beint nú boðar Strandferðslan frá, at vegna teknisku trupulleikarnar verða túrarnir av Krambatanga klokkan seks í morgin ári, og av Havnini kl. 8.45, ikki sigldir. Sosatt loysir Smyril ikki aftur fyrr enn hann fer av Krambatanga klokkan 11.30 fyrrapartin í morgin.