Smyril skal ikki sigla á Tvøroyri fyri onki

Tvøroyrar Kommuna krevur havnagjald fyri at lata Smyril koma inn á Trongisvágsfjørð. Um neyðugt endar málið í rættinum

Suðuroyarsigling

 
 Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki longur, at Smyril brúkar Trongisvágsfjørð ókeypis.
Tað hevur býráðið gjørt Strandferðsluni greitt.
Býráðið og Strandferðslan hava tosað um støðuna í eina tíð, men enn er ongin semja.
Men tað er samband ímillum partarnar, sigur borgarstjórin, Kristin Michelsen.
Hann leggur kortini afturat, at fæst ikki ein semja við Strandferðsluna, er býráðið til reiðar at fara í rættin í málinum.
Kristin Michelsen ásannar, at landið eigur sjálvt samferðsluhavnina, sum Smyril brúkar á Trongisvágsfirði.
Tí vil Strandferðslan ikki betala havnagjald fyri at sigla inn í samferðsluhavnina.
Men tað góðtekur Tvøroyrar Býráð ikki.
- Havnagjald og brúgvagjald er hvør sítt, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at Tvøroyrar Býráð krevur ikki brúgvagjald frá Smyrli fyri at leggja at í samferðsluhavnina.
- Men havnagjald er nakað annað. Havnagjald er eitt gjald, sum skip rinda fyri at koma inn í havnina, uttan at tey endiliga skulu leggja at bryggju.
- Og tað kann ikki vera meiningin, at Strandferðslan skal brúka okkara havn fyri onki, sigur borgarstjórin.
Annars kravdi Tvøroyrar Býráð eisini hægri havnagjald fyri at Strandferðslan brúkti gomlu samferðsluhavnina á Drelnesi til gamla Smyril.
Tað málið er endað í rættinum, tí Strandferðslan vil ikki betala hægri havnagjald. Málið er viðgjørt í Føroya Rætti og har tapti Tvøroyrar Kommuna. Síðani er málið skotið inn fyri Landsrættin, men har er tað ikki viðgjørt enn.
Vit fingu ikki fatur á Strandferðsluni, áðrenn blaðið fór til prentingar.