Hevði skiparin á Smyrli havt minni ferð á, tá hann týsmorgunin kom inn um Molan, hevði hann ikki komið í vanda fyri samanstoyti týsmorgunin.
Hetta er niðurstøðan hjá Jónsvein Lamhauge, havnarmeistara í Havn, eftir at hann hevur kannað tilburðin seinasta týsmorgun, tá Smyril mundi rent saman við einum russiskum trolara.
Tá Smyril nærkaðist molanum við 72 ferðafólkum umborð og skuldi til at sneiða inn um, kom brádliga ein russiskur trolari undan Norrönu, sum lá ytst við Molan. Trolarin sneiddi beint út fyri Smyril, sum hevði nógva ferð á, og hevði skiparin á Smyrli ikki borið seg skjótt at og sligið bakk, hevði túrurin helst endað við eini vanlukku.
Skapa sjálvir vandan
Pauli Larsen, skipari á Smyrli, gav í Sosialinum í gjár havnarmyndugleikunum í Havn skuldina fyri, at Smyril kom í vanda. Hann segði, at tað javnan hendir, at havnarskrivstovan letur skip loysa, so tey koma beint út fyri Smyril.
Skiparin á Smyrli greiddi frá, at vanligt er í havnum uttanlands, at havnarskrivstovan syrgir fyri, at ferðamannaskip og ferjur ikki verða tarnað av ferðslu, sum annars kann bíða. Og hann vísti eisini á, at Smyril einki fekk at vita um, at eitt skip var á veg út úr havnini á somu kós, sum Smyril var á veg inn.
Men Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, vísir ákærunum frá skiparanum á Smyrli aftur.
? Vit hava ikki áhuga í at senda skip út fyri Smyril, og tað gera vit heldur ikki. Vit royna ofta at lata Smyril fáa fyrimun. Men Smyril skal kortini halda seg til somu reglur, sum onnur skip, ger Jónsvein Lamhauge greitt.
Havnarstjórin vísir í hesum sambandi á, at eingin vandi hevði staðist týsmorgunin, um Smyril helt galdandi reglur fyri Tórshavnar Havn og sigldi við hóskandi ferð inn í havnina.
? Tað er greitt tilskilað á stórum skelti á endanum av Molanum, at hámarksferðin er 4 míl, men Smyril siglir nógv skjótari enn hetta, og tí seta skipararnir dagliga ferðafólkini og onnur ferðandi í havnini í vanda, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hendan trupulleika hevur havnarskrivstovan fleiri ferðir gjørt Standfaraskip Landsins vart við, men higartil hevur tað ikki hjálpt. Skipini sigla enn inn í havina við alt ov nógvari ferð.
Kundu samskift betur
Pauli Larsen, sum var skipari á Smyrli týsmorgunin, tá hann mundi rent á, fíltist í Sosialinum í gjár á, at hann ikki fekk at vita frá havnarskrivstovuni, at eitt skip var á veg út úr havnini á somu kós sum Smyril.
Hetta tekur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari til eftirtektar.
? Vit skuldu helst havt sagt Smyrli frá, at eitt skip var á veg út. Tað er jú vantandi samskifti, sum ofta er orsøk til óhapp. Men hinvegin, so var sýnið av tí besta týsmorgunin, og tí hevði als eingin vandi staðist, um Smyril sigldi hóvliga inn um molan. Tað ber ikki til at siga, at fólk skulu skunda sær til flogrutuna, tí skundur má ikki koma fram um trygdina, sigur Jónsvein Lamhauge.