So bar til hjá Stjørnuni

Hondbóltur: Klaksvíkskvinnur vunnu botndystin móti GÍ, og hava nú fingið síni fyrstu stig

1. deild kvinnur:

Stjørnan-GÍ 19-17 (8-10)


Í næstu royndini á heimavølli í ár, eydnaðist tað kvinnuliðinum hjá Stjørnuni at fáa stig burtur úr, og tað passaði klaksvíkingum væl, og teir vóru í góðum skørðum eftir dystin.

GÍ vitjaði í Klaksvík sunnudagin, og dysturin millum liðini uttan stig endaði við, at Klaksvíkskvinnur vóru omaná, eftir at GÍ hevði havt leiðsluna allan fyrra hálvleik og nakað inn í seinna hálvleik.

GÍ kom betri frá byrjan og eftir 10 minuttir var liði frammanfyri 4-1. Stjørnan minkaði um munin og fimm minuttir fyri hálvleik fóru tær fram um 8-7, tá væl spælandi Joan Midjord Joensen skoraði sítt fjórða mál í dystinum.

Eftir tað steðgaði heimaliðið upp, GÍ javnaði, og seinastu minuttirnar fyri hálvleikssteðgin øktu gestirnir tvær ferðir við málum hjá topskjúttanum Beintu Joensen, so støðan í hálvleikinum var 10-8.

Beinanvegin eftir steðgin økti GÍ leiðsluni við einum máli afturat, og tað var ikki fyrr enn nakrir minuttir vóru farnir at heimaliðið vaknaði og tók dik á seg. Stjørnan fór frá 10-12 og upp á 13-10 eftir fimm minuttunum, og ta løtuna líktist tað einum tryggum sigri til heimaliðið. Verjan riggaði sera væl, og skjótu álopinum endaðu nærum hvørjaferð við máli.

Sentralar í álopsspælinum hjá Stjørnuni vóru hesaferð Joan Midjord Joensen og Anna Kristina Olsen, meðan vanligi topskjúttin, Simona Hansen, ikki fekk eins nógv burtur úr, sum hon plagar. Kanska hekk tað saman við at GÍ-spælararnir ansaðu væl eftir henni, og ein part av dystinum mansvardu hana.

Men GÍ-liðið gavst ikki á hálvari leið, og tær stríddu seg inn i dystin aftur. Tær fingu betri tak á í verjuspælinum, og í álopinum skoraðu Beinta Joensen og Sunrid Gleðisheygg (sum móti endanum av dystinum fekk sína triðju útvísing og tí reyða kortið) fleiri góð mál.

GÍ javnaði til 16-16 10 minuttir fyri leiklok, men seinasta partin av dystinum avgjørdi heimaliðið við trimum málum, meðan GÍ bert fekk eitt troystarmál í seinasta minuttinum av dystinum.

Úrslitið var 19-17 til Stjørnuna, sum nú hevur tvey stig, meðan GÍ framvegis einki stig hevur fingið og tí er aftast í deildini. VB hevur eins og Stjørnan tvey stig, meðan langur teinur er upp til hini trý liðini.