Tað er í dag, at túrurin hjá Team Rynkeby Føroyar til París byrjar.
Sum vanligt verður byrjað í Klaksvík og klokkan 11 verður fyrsta almenna tiltakið í Helnabrekku. Úr Klaksvík verður súkklað til Fuglafjarðar, har eitt alment tiltak verður klokkan 12.45 við mentanarhúsið.
Leiðin gongur haðani til Runavík, har tey vænta at vera klokkan 14.10 og klokkan 15.50 væntar liðið at vera við Margáir í Streymnesi.
Seinasta almenna tiltakið er klokkan 18 í Reinsarínum í Havn, har fólk fáa seinasta høvi at heilsa upp á súkklararnar og ynskja teimum ein góðan túr.
Á øllum støðunum verða røður hildnar og drekkamunnur at fáa.
Í ár verður gjørligt hjá familju, vinum og áhugaðum at fylgja føroyska liðnum live á internetinum frá klokkan 8 til 17 teir dagarnar súkklað verður. Við at brúka leinki niðanfyri, sæst hvar liðið er statt júst tá. Beinleiðis stroymingin byrjar 9. juli klokkan 8.30. Tað er skipanin RedKnows, ið verður brúkt.
REDKNOWS TEAM RYNKEBY FØROYAR: http://www.team-rynkeby.fo/liveFO