So dýrkaði oljan aftur

Effo hækkaði prísin yvir alla linjuna í gjár

 

Í gjár legði oljufelagið Effo 12 oyru oman á olju- og bensinprísin. Ein litur av bensini kostar nú 12,10 krónur. Ein litur av diesel kostar 11,78 krónur, og ein litur av húsahaldsolju kostar nú 10,11 krónur.

Tá prísirnir lækka fyri eini viku síðan fór húsarhaldsoljan niður á 9,99 krónur. Tað var fyrstu ferð síðani 16. mars í fjør, at ein litur av húsarhaldsolju kostaði undir 10. krónur.

Tá húsarhaldsoljan var dýrast – tað var 28. juni í fjør – kostaði ein litur 13,31 krónur. Men tann gleðin var stokkut.

Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør kostaði ein litur av húsarhalds olju 9 krónur. Stórur prísvøkstur hevur verið á nógvum vørum síðani tá. Vit kunnu sjálvandi ikki staðfesta, at russiska kríggið er orsøkin til allar príshækkingar, men vit kunnu so staðfesta, at bensini nú er 4,9 prosent dýrari, enn 24. februar í fjør.

Ein litur av diesel er 20,9 prosent dýrari, og ein litur av húsahaldsolju er nú 12,4 prosent dýrari enn 24. februar í fjør.