So eitur oddaliðið B36

Fimm mál í eins nógvum dystum hevur fyribils verið nóg mikið hjá B36 til oddasessin

Fótbóltur

»Um tú gjøgnum heilt kappingarár skjýtur eitt mál meira enn mótstøðuliðið, so stendur tú ovast at enda«.
Soleiðis ljóðar ein av ævigu sannleikunum í fótbólti, og í løtuni tykist hetta vera setningurin, sum B36 roynir at halda seg til. Triðju ferð í slag megnaði B36 at fáa fult, og heldur ikki hesa ferðina var talan um tað heilt sannførandi avrikið.

Frálíkt mál í vánaligum hálvleiki
Serstakliga var talan um ein linligan fyrra hálvleik í Gundadali sunnudagin. KÍ tóktist fyrst og fremst at hugsa um, at dysturin ikki skuldi tapast, og tí hildu teir nógv fólk heima á vøllinum. Og einsamallir megnaðu Erling Fles og Hjalgrím Elttør ikki tað heilt stóra móti eini væl mannaðari B36-verju, har Fróði Benjaminsen enn einaferð var í leiklutinum sum stoppari, meðan Pól Thorsteinsson hesaferð var á vikar-plássi sum høgri bakkur fyri leikbannaða Kenneth Jacobsen.
B36 royndi hinvegin at fáa nakað av spæli at hanga saman, og í løtum eydnaðist hetta eisini. Serliga var Bergur Midjord raskur at koma framvið í høgru, men ofta var seinasti neyvleikin ikki til staðar, tá bóltar vórðu sendir innfyri.
Tá farið var um hálva tíman, kom tó einsamalla málið fyri steðgin, og var talan um ein vánaligan dyst fyri steðgin, so var talan samstundis um eina perlu av einum máli. Eina perlu, sum átti at verið avmyndað til nýtslu í lærubókunum um fótbólt.
KÍ hevði júst havt frísparksinnlegg, sum endaði í føvninginum á Jákupi Mikkelsen, og so gekk skjótt fyri seg. Landsliðsmálverjin spældi alt fyri eitt út til Pól Thorsteinsson á bakkinum. Pól dróg einaferð, áðrenn hann sendi langt niðan til Berg Midjord, sum longu var stungin avstað, og tá hesin sendi innfyri, var Óbi fyrstur á bóltinum, soleiðis at vandamikli áleyparin triðja dystin í slag kundi leggja B36 á odda.
Og tað sum eftir var av hálvleikinum, hevði B36 fult tamarhald á. Einstakar ferðir var enntá um reppið, at leiðslan varð útbygd, men meira enn nær við, gjørdist talan tó ikki um.

Verjukiks frá miðvallarovasta
Eftir steðgin tóktist meira ferð koma á. Klaksvíkingar vóru nú noyddir at koma longur niðan á vøllin, og tá B36 samstundis trekti seg nakað, fekk KÍ lagt eitt ávíst trýst á.
Sum dysturin leið, gjørdist talan eisini um meira enn bara eitt trýst, og Jákup Mikkelsen noyddist einar tvær ferðir at prógva fyri Henrik Larsen ? sum var millum áskoðararnar ? at hann framvegis skal roknast sum fremsti málverjin í landinum.
Í hinum endanum vóru tó eisini boð eftir Karstin Joensen, tá hann meistarliga vardi fyri stútara frá einum púra blonkum Allan Mørkøre.
Tað lá líka sum í luftini, at tað skuldi eydnast KÍ at javna, og á tímanum fingu teir eisini løn fyri stríðið. Upphavið til málið var tó ein heilkiksari frá Fróða Benjaminsen, tá hesin skuldi rudda annars vandaleysan bólt burtur. Fróði sparkaði í tóman heim, og so kundu Hjalgrím Elttør og Erling Fles halda beina leið móti einsamalla Herbert í Lon Jacobsen. Herbert kom á millumhond, og so kundi Hjalgrím sparka móti langa horninum, uttan at Jákup Mikkelsen hevði nakran møguleika.

Allan avgjørdi
Og so setti KÍ seg av álvara á dystin. Móti einum B36-miðvølli, har Ingi Højsted var í landslisðflokki, uttan at liðfelagarnir tó fylgdu við, fekk KÍ sett alt meira trýst á. Hjalgrím Elttør kundi eisini havt avgjørt, tá hann gjørdist púra leysur, men tí atsóknini fekk Jákup vart fyri.
Og ístaðin fekk B36 so avgerandi málið. Herbert sendi ein langan bólt fram, sum Niklas ætlaði sær at stúta burtur. Ístaðin at kalla tamdi hann bóltin niður til Allan Mørkøre, sum høgdi til.
Og so tóktist KÍ av álvara fara niður við nakkanum. Teir royndu at trýsta seinasta korterið, men í stóran mun var talan um turrgelt trýst, har bóltarnir bara vórðu lossaðir niðan í vónini um, at okkurt skuldi spyrjast burturúr.

Effektivir
Tað gjørdi tað ikki, og so mátti KÍ fyri fjórðu ferð í slag fara sigursleyst av vøllinum. Tað hevur lorað liðið niður móti niðurflytingarstrikuni, heldur enn oddastríðnum, har liðið vildi vera partur, men tað er tó lítið at ivast í, at hetta bert er fyribils. Í øllum førum hava teir prógvað, at teir kunnu vera við heilt har frammi, og spurningurin tykist einamest at vera, nær liðið av álvara tendrar aftur.
Tann spurningin tykjast teir í B36 at hava greitt. Hóast spælið ikki hevur verið so øgiliga sannførandi, so tykist hetta batna í stórum, og við trimum sigrum á rað man neyðuga sjálvsálitið eisini vera um at koma í rættlag. Og ikki minst, so tykjast teir í Óbi at hava funnið mannin, sum kann skjóta málini, og hóast hesi enn bert eru fimm í tali, so hevur tað fyribils verið nóg mikið til at tryggja oddasessin. Tað má sigast at vera effektivt, og tað er so ein dygd, sum ikki skal forsmaást í fótbólti.