So er at akta

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, fer í næstum at gera av, um enska reglan við verjugarðinum skal verða galdandi í altjóða høpi

 

Fótbóltsreglur


Undanfarna og inniverandi kappingarár hava onglendingar verið eitt slag av royndarkaninum fyri nýggjum fótbóltslógum, sum sonevndi Task-Force bólkurin hjá FIFA hevur arbeitt við. Hetta er ein bólkur, sum arbeiðir við ymsum hugskotum, sum á einhvønn hátt kunnu gera fótbóltsspælið enn meira áskoðaravinarligt.


Reglan, sum tað í hesum førinum snýr seg um, fevnir um verju- ella manngarðarnar, sum verða nýttir, tá mótstøðuliðið fær fríspark. Við nýggju regluni er loyvt dómaranum at flyta bóltin 9,15 metrar fram, um mótstøðuparturin ikki alt fyri eitt førkar seg burtur, tá fríspark verður dømt.

Eisini verður reglan nýtt, um so er, at verjugarðurin førkar seg fram, áðrenn sparkað verður. Viðførir hetta, at bólturin skal flytast inn um brotsteigamarkið, er talan framvegis um beinleiðis fríspark. Nakað sum italski framherjin hjá West Ham, Paolo di Canio, var greiður um, tá hann í einum dysti skuldi taka eitt slíkt fríspark. Meðan mótstøðumenninir bíðaðu eftir, at hann skuldi leggja bóltin til onkran viðleikari, gjørdi italiumaðurin ikki mætari enn at langa bóltin í meskarnar.


Væl eydnaðar royndir

Sum nevnt, so hava bretar nú roynt regluna á nærum tvey kappingarár, og sum skilst hava hesar verið sera væl eydnaðar.

Fyrsta árið var talan bert um eina roynd í sonevndu Auto-Windscreen Cup kappingini, men hendan var somikið væl eydnað, at reglan í ár er roynd í øllum bretsku deildunum, umframt at skotar eisini hava gjørt nýtslu av henni í einum av sínum steypakappingum.

Sostatt hevur reglan longu staðið sína roynd á høgum støði, og lítið er tí at ivast í, at FIFA fer at góðtaka uppskotið, tá hetta verður lagt fram á árliga stjórnarfundinum, sum verður hin 10. mars.

Verður reglan viðtikin, kann roknast við, at føroyskir spælarar verða noyddir at skikka sær eitt sindur betri eftir summarsteðgin í komandi landskapping. Vanligt hevur verið í Føroyum, at reglur, sum FIFA setir í gildi 1. juli verða galdandi alt fyri eitt í Føroyum. Hetta var eitt nú eisini galdandi við nýggju málverjareglunum og nýggju rangstðureglunum, tá hesar komu í gildi.