So er Barentshavið býtt

Uttanríkisráðharrarnir í Noregi og Russlandi, Jonas Gahr Støre og Sergej Lavrov, skrivaðu í gjár undir avtaluna, sum ásetir markið millum tey bæði londini í Barentshavinum.

Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, og Dmitrij Medvedev, forsweti, vóru hjástaddir sum vitni, tá tann søguliga avtalan bleiv staðfest.

Stoltenberg segði, at samstarvið millum Noreg og Russland hevur verið gott, og at londini hava samstarvað væl og leingi um at umsita tilfeingið í havinum.

Tað hevur tikið sera langa tíð hjá Noregi og Russlandi at semjast um markið í Barentshavinum. Tær fyrstu samráðingarnar vóru longu í 1970 ella fyri 40 árum síðani, skrivar VG.