Arbeiðið at gera eina fyribilsbrúgv um íslendsku ánna Múlakvísl er nú liðugt, og so nú er aftur koyrandi um ánna, eftir at eitt stórt lop undan Mýrdalsjøkli fyri átta døgum síðani tók ta 128 metrar longu brúnna við sær og kvetti tann týdningarmikla ringvegin av.
Arbeiðið at gera eina fyribilsbrúgv hevur gingið væl. Áin bleiv veitt annan veg, meðan arbeiðið fór fram, og í gjár varð vatnið so veitt undir ta nýggju brúnna. Í nátt løgdu menn seinastu hond á bilverjuna og annað, sum skuldi gerast, áðrenn brúgvin kundi latast upp fyri ferðslu, skrivar Morgunblaðið.