So er missiónshúsið rivið niður

Nýggja missiónshúsið á Strondum varð tikið í nýtslu hin 24. februar í 2018, og nú er so gamla missiónshúsið farið í søguna.

 

 

Nú er gamla missiónshúsið á Strondum rivið niður, soleiðis sum viðheftu myndir vísa. Tað er Lydia Frederiksberg, sum hevur tikið myndirnar fyri Sjóvar kommunu, og fleiri myndir av niðurtøkuni eru at síggja www.sjovar.fo

Tá nýtt missiónshús varð bygt á Strondum, varð avtala gjørd millum Sjóvar kommunu og stýrið fyri missiónshúsið um, at kommunan skuldi yvirtaka gamla húsið. Samtykt varð at ríva gamla húsið niður, og tað er nú gjørt.

Nýggja missiónshúsið á Strondum varð tikið í nýtslu hin 24. februar í 2018, og síðan er alt virksemið so líðandi flutt úr gamla missiónshúsinum og yvir í nýggja húsið. Nú gamla missiónshúsið er rivið niður, er sjálvt húsið farið í søguna.

##med2##

##med3##