Tað er minst líka hart at leika við á einum liði, sum liggur í niðara enda á stigatalvuni, tí tá skal ein berjast meir fyri at fáa stigini eisini ímóti hinum botnliðunum.
Dysturin á Kambsdali leygardagin var tað, sum av sonnum kann kallast ein botnuppgerð. SÍ hevur verið næstniðast av teirri orsøk, at teir vunnu fyrra dystin móti b-liðnum hjá ÍF, men tað hevur gingið stak illa í hond hjá SÍ í seinastuni. Teir hava tapt stórt bæði úti og heima og serliga ein dystur, sum tann móti Mjølni í Sørvági seinasta vikuskiftið kann gera spælararnar á SÍ-liðnum í ringum hýri. Teir vórðu snøgt sagt bukaðir aftur til hús uttan at teir kundu gera nakað við tað. Í hvussu er tann dagin.
Vit hava fyrr nevnt, at SÍ hevur verið fyri leikaramissi síðani teir fluttu upp úr 1. deild í meistaradeildina og nú sær út til at enn ein leikari, um ikki gevst, so í øllum førum ikki verður so ofta at síggja á liðnum. Jørgin er vorðin landsstýrismaður og hann hevur longu sagt, at tað verða frítíðarítrivini, sum fara at líða undir tí.
Tað má sigast at vera dyggur smeitur fyri SÍ, tí Jørgin er ein av teimum garvaðu leikarunum á liðnum og tá ein slíkur ikki er at toga liðið fram, er lættari at fáa hinar spælararnar niður við nakkanum.
Til dystin móti ÍF var tað so galið, at venjarin Kristian Joensen heldur ikki var við og tá gerst bara enn verri.
Tað gekk hinum leikarunum stak illa í hond líka frá byrjan. Fuglfirðingar vóru teir sum komu best í gongd, meðan sørvingarnir ikki rættuliga kundu finna út av hvar teir hoyrdu til á vøllinum.
Móttøkuspælið hjá SÍ er ikki nóg gott, og tað ger arbeiðið hjá hevaranum trupult. Jón Nielsen, sum man vera ein av teimum, sum slær allar harðast tá viljin er til staðar, hevur ikki víst tað, hann kann, seinastu dystirnar hjá SÍ. Ov óstabilt og ikki nóg neyvt móttøkuspæl, sum endar í einstáttaðum álopsspæli.
Verjuspælið hjá sørvingum er eisini øgiliga ineffektivt og tað sæst týðuliga, at leikararnir mangla royndirnar frá bestu deildini. Tað er stórur munur á ferðini í bestu og næstbestu deildini, men tað er bara at vóna, at sørvingarnir tíma at halda mótinum uppi, til royndirnar koma!
Greiðan sigur
ÍF fekk bestu byrjanina. Hvørki av liðunum vísti serliga polerað álopsspæl, men ÍF gjørdi tað, sum skuldi til fyri at fáa settið heim. ÍF vann 15-4 og tað var hóast teirra spæl ikki var nakað at reypa av.
Teir vunnu teir bóltarnar sum teir skuldu og tað var kanska við góðari hjálp frá sørvingum at so var.
Annað sett gekk heldur javnari á enn tað fyrsta. ÍF var enn liðið, sum hevði leikligu yvirvágina og teir dugdu at gera sær dælt av, at sørvingar vóru í villareiði. Leikararnir á b-liðnum hjá ÍF eru gamlar rottur í »fakinum« og teir duga sera væl at lesa spælið hjá mótstøðuliðnum og duga eisini væl at gera sær dalt av mistøkunum, sum mótstøðuliðið ger.
Hetta fingu sørvingarnir at føla og tí taptu teir settið 15-11.
Í triðja setti sá út til at sørvingarnir ætlaðu at taka seg saman og taka eitt sett aftur frá fuglfirðingum. Teir byrjaðu betri enn ÍF, men gleðin var tó stokkut. Fuglfirðingar komu afturíaftur og vunnu eisini triðja sett 15-12.
Dysturin var harvið lokin og liðini høvdu býtt um pláss á stigatalvuni. ÍFb, sum var niðast undan dystinum leygardagin, er nú næstniðast.
Men tað er so øgiliga javnt í botninum. Tað er bert tað eina settið á muni millum liðini og tað er SÍ, sum eigur fyrimunin enn. So er spurningurin bara um ÍF kann fáa sett í teimum dystunum teir hava eftir undan jólasteðginum.
Ikki tí, eingin skal rokna við, at tað er lætt spæl at spæla móti ÍF, tí sum nevnt er talan um sera royndar leikarar, sum, tá teir vilja, kunnu bæði taka sett og stig frá teimum allarbestu liðunum.