Sigrun Højgaard Vestergaard, sum býr í Runavík og Magnhild Olsen, sum býr í Rituvík, standa her á trappuni inn til Vesturskin, sum er eldrasambýlið á Toftum.
Seinnapartin í dag var hugnaløta á Vesturskin, har starvsfelagar, familja og vinir høvdu leitað sær á eldrasambýlið, nú hesar báðar damurnar hava tikið avgerð um at gevast í starvinum - eftir langa og trúgva tænastu.
- Hetta var ein hugnalig løta við røðum, gávum, sangi og kaffi og øðrum góðum á skránni, skrivar Jóannes Símunarson Hansen á sínari Facebook-síðu í dag.