So glapp hjá tvørámonnum

TB fekk loksins fyrsta sigurin á árinum, meðan fuglfirðingar mugu síggja

 

TB?ÍF 6?4 (3?0)

2. deild


Undan kappingarbyrjan vóru TB og ÍF mett sum evni at stríðast um fremstu plássini. Hjá báðum gekk hampuliga væl í steypakappingini, og hjá báðum hevur gingið av skriðuni í landskappingini.

Á Sevmýri var tað sera undirhaldandi. Tíggju mál vórðu skorað, og heimaáskoðararnir kundu endiliga gleðast um, at TB tykist vera um at koma fyri seg. Norski venjarin, Håkan Vinther, sum tríggjar dagar undan fyrsta umfarinum kom úr Tromsø, er um at fáa skil á liðnum, spælararnir, sum teir flestu eru blaðungir, møta væl til venjingar, og ímóti ÍF sýndu teir sera positivan hugburð.

TB var frammanfyri 3?0 í steðginum. Teir høvdu havt uppaftur fleiri møguleikar, og ÍF hevði havt sínar, men m. a. Heini Heinason og Høgni á Lakjuni kendu ikki sína vitjunartíð.

Einar Petersen setti hol á eftir horna, og Vagnur Nolsøe fór einsamallur, tá hann økti til 2?0. Eyðstein Jacobsen, hvalbingurin sum í fjør royndi fótbóltseydnuna í B36, heilfluktaði innlegg úr høgru í kassan til 3?0.

Eftir steðgin syrgdi Jan Jørgensen fyri, at ÍF kom á talvuna. Hann kom ímillum afturleggin. Einar Petersen økti til 4?1, og Dan Mortensen, sum hevur verið skaddur síðani steypakappingina, men sum kom inn í 2. hálvleiki, økti til 5?1.

Fuglfirðingar minkaðu tvær ferðir um munin. Bárður á Lakjuni umsetti brotsspark til mál. Tað varð dømt ímóti málverjanum, sum skuldi hava felt Eyðálv Petersen. Tá Høgni á Lakjuni minkaði um munin til 5?3, var talan um eitt sera sjáldsamt mál. Lars Müller, sum í skipanini stendur at vera næstformaður í Royn, verjir málið hjá TB, og tað gjørdi hann væl leygardagin. Men tað sá heilt kostiligt út, tá hann skuldi tveita bóltin fram á miðjuna, men í staðin rakti í pannuna á Høgna á Lakjuni, og so sigldi bólturin í málið!!

Zoran Mancic økti til 6?3, og í síðstu løtu umsetti Bárður á Lakjuni brotsspark fyri hands til mál. Tvørámenn vóru ikki samdir, men tað er áskoðanin hjá dómaranum, sum telur.


TB-ÍF 6-3 (3-0)

1-0: Einar Petersen

2-0: Vagnur Nolsøe

3-0: Eyðstein Jacobsen

3-1: Jan Jørgensen

4-1: Einar Petersen

5-1:Dan Mortensen

5-2: Bárður á Lakjuni (br.)

5-3: Høgni á Lakjuni

6-3: Zoran Mancic