So hava allir flokkar góðkent týsku stjórnina

So er klárt hjá Olaf Scholz at skipa nýggja stjórn í Týslandi, eftir at triði flokkurin hevur sagt ja til samgonguavtaluna.

Mynd: Hannibal Hanschke/Reuters/Ritzau Scanpix

Olaf Scholz og sagåmgongustjórn hansara eru komin at stórt stig nærri at taka yvir valdið í Týskalndi.

 

Um vikuskiftið góðkendu bæði Javnaðarflokkurin, SPD, og tey liberalu FDP felags stjórnarskipanina.

 

Og í dag hevur ein meiriluti av limunum í triða flokkinum í samstarvinum, tey Grønuy, eisini vent tumlinum uppeftirtil »ferðsluljóssamgonguna«. Navnið stavar frá flokslitunum hjá teimum trimum flokkunum: Reytt, gult og grønt.

 

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

 

Allir tríggir flokkar høvdu framgongd á tjóðartingsvalinum í Týsklandi í september.

 

Tilsamans høvdu teir eisini meirilutan, og fór alt fyri eitt undir samráðingar um at skipa stjórn við SPF-leiðaranum Olaf Scholz sum kanslara.

 

Tá tók slakar tveir mánaðir, til teir kundu leggja fram eina felags stjórnarætlan, sum teir hvør sær skuldu leggja fyri baklandið.

 

Eftir ætlan skal týska tjóðartingið, Samveldisdagurin, alment góðkenna stjórnina hja´Scholz í morgin.

 

Um tað – sum væntað – verður eitt ja, tekur hann yvir starvið sum samveldiskanslari eftir Angelu Merkel, sum fer frá eftir 16 ár í sessinum.

 

/ritzau/

 

Mynd: Hannibal Hanschke/Reuters/Ritzau Scanpix