Fríggjadagin klokkan 15.00 sessast Heini Olsen og John Rødgaard aftur við talvborðið at avgera, hvør teirra kann kalla seg føroyameistara 1998. Í FM-kappingini á páskum endaðu Heini og John javnir á 1. plássi við 7 stigum úr teimum 9 talvunum, og tískil varð neyðugt við umdysti.
Heini Olsen hevði annars kunnað avgjørt alt sjálvur eftir at hava telvað rættiliga sannførandi gjøgnum kappingina, men eitt tap í síðsta umfarinum móti júst John Rødgaard forkom hesum møguleikanum.
John hevði ikki verið heilt væl fyri, meðan kappingin var og hevði einans akkurát megnað at fylgt við í oddastríðnum, men í tí avgerandi síðsta talvinum savnaði hann allar kreftirnar saman og megnaði óvæntað at vinna, hóast hann hevði svarta fólkið móti Heina.
Remis móti Spassky
Ongin ivi er um, at talan er um tveir teir bestu telvararnar í landinum, tí ongin hevur staðið teimum kurl seinastu árini. John Rødgaard er úr Esbjerg, men hevur nú búð á Tvøroyri í meir enn 20 ár. Hóast tað ikki hevur verið stór traditión fyri telving í Suðuroy, megnaði John í 1990, sum tann fyrsti føroyingurin, at vinna sær sonevnda IM-heitið, og hann kann tí kalla seg altjóða meistara. Krøvini til hetta heitið skulu náast í trimum ymiskum kappingum, og fyrsta stigið á leiðini var, tá John Rødgaard á fyrsta sinni umboðaði Føroyar á talvolympiaduni í Saloniki í 1984. Har fekk hann 81/2 stig burtur úr 12 talvum eftir eitt nú at hava fingið remis móti navnframa fyrrverandi heimsmeistaranum Boris Spassky.
Íalt hevur hann umboðað Føroyar seks ferðir á olympiaduni og hevur hvørja ferð verið álit okkara á 1. borði. Hann hevði ikki luttikið í FM-kappingini áðrenn hesar páskirnar, men hevur seinastu árini telvað við Vestmanna Talvfelag í liðkappingini, og hann var við á liðnum, ið vann FM í 1992.
Fyrsti normurin hevur
fleiri ferðir verið í eygsjón
Heini Olsen er úr Klaksvík, men hevur seinastu árini búð í Danmark. Síðani hann gjørdist føroyameistari á fyrsta sinni í 1989, einans 19 ára gamal, hevur hann verið mettur millum allarfremstu telvarar landsins. Hann vann síðani FM-kappingina sannførandi trý ár á rað ? 1991, 1992 og 1993 ? ið var higartil seinastu ferð, hann var við. Hann hevur umboðað Føroyar á trimum olympiadum, og kendasta talvið var helst, tá hann á olympiaduni í Manila í 1992 vann á táverandi danmarksmeistaranum Carsten Høi.
Seinastu árini hevur Heini verið við í mongum kappingum við góðum úrslitum. Onkuntíð hevur tann fyrsti sonevndi IM-normurin verið í eygsjón, men altíð hevur okkurt stigið restað í.
Rani Nolsøe
ger viðmerkingar
Spennandi umdysturin millum Heina Olsen og John Rødgaard verður í Ósáskúlanum í Klaksvík nú um vikuskiftið. Telvað verða 4 talv, og byrjað verður sum áður nevnt klokkan 15.00. Hinar dagarnar verður tó byrjað klokkan 14.00, og síðsta talvið verður telvað mánadagin 2. hvítusunnudag. Undir dystinum verður møguligt hjá áskoðarunum at lurta eftir viðmerkingum til talvini, ið føroyameistarin í fjør, Rani Nolsøe, fer at standa fyri. Eisini verður høvi hjá einum og hvørjum at royna seg, tí leygardagin klokkan 15.00 verður skipað fyri opnari snartalvkapping í Ósáskúlanum, ið sostatt verður karmur um nógvar talvleikir hesa hvítusunnuna.