Í Føroyum liva 4.700 fólk undir fátækramarkinum. Tað hevur Hagstovan staðfest í nýggjastu uppgerðini yvir inntøkur. Men hvussu nógv hevði tað kostað at lyft allar hesar 4.700 føroyingarnar upp up fátækramarkið? Tað er ein spurningur, Jón Joensen, hagfrøðingur hevur kannað. Úrslitið legði hann fram á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum herfyri og í grein í Sosialinum seinasta vikuskiftið, verður tað endurtikið í tíðargrein hjá Hans Paula Strøm.
Jón Joensen hevur roknað seg fram til, at tað hevði kostað 76 milliónir krónur at lyft allar teir 4.700 føroyingarnar, sum liva undir fátækramarkinum, upp um strikuna. Ella sagt við øðrum orðum. At hetta er upphæddin tilsamans, sum tey 4.700 fólkini eru undir fátækramarkinum.
Jón Joensen hevur eisini roknað seg fram til, hvussu nógv virðini í samfelagnum skulu býtast øðrvísi fyri at fáa allar føroyingar upp um fátækramarkið
Ella sagt øðrvísi: Hvussu nógv skal inntøkubýtið ímillum føroyingar skal broytast fyri at fáa øll hesi fólkini upp um fátækramarkið, so at fátækradømið í Føroyum verður fyribeint. Ein máti kundi verið bara at skorið toppin av inntøkuni hjá 286 teimum best løntu føroyingunum.
- Verður so mikið hølvað av lønini hjá 286 teimum best løntu føroyingunum, at teir hava 800.000 krónur eftir í ársløn, aftan á skatt, hevði tað givið akkurát hesar 76 milliónirnar tað kostar at lyfta allar hesar 4.700 føroyingarnir upp um fátækramarkið, sigur Jón Joensen.
|