Løgtingsfólk verða væl og virðliga endurgoldin fyri útreiðslur, sum tey hava av at ferðast millum bústaðin og arbeiði.
Endurgjaldið er fleiri ferðir størri enn tað, sum vanlig fólk, ið eisini ferðast millum bústað og arbeiði, fáa í ferðaendurgjaldi – og nú er ætlanin eisini at skerja hetta endurgjald hjá vanligum fólki.
Í Norðoyggjum er munurin millum endurgjald til løgtingsfólk og vanlig fólk upp í 67.000, hóast fólk skulu somu leið aftur og fram. Í Suðuroynni er munurin upp í 50.000 krónur.
Harafturat er galdandi, at løgtingsfólk fáa sítt endurgjald fyri 100 arbeiðsdagar, meðan vanlig fólk skulu upp um 200 arbeiðsdagar fyri sítt endurgjald. Tað vil siga, at munurin er tvífalt so stórur, sum tølini í grundini vísa.
Seinastu dagarnar hava atfinningar verið ímóti, at løgtingsfólk fáa so nógv størri endurgjald enn vanlig fólk, og bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og John Johannessen, sum er í formansskapinum í løgtinginum, halda, at ferðaendurgjaldið hjá løgtingsfólkum á bygd skal skerjast.
Jógvan við Keldu, sum í nógv ár var landspolitikari, samanber í feskari viðmerking løgtingsfólk í Havn og á bygd og sigur, at politikarar úti um landið eiga at fáa somu lønarligu treytir sum løgtingsfólk í Havn, tí annars verður mismunur gjørdur á løgtingslimum.
Tað er løgtingslógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna sum sigur, hvussu stórt kostnaðarendurgjaldið skal verða.
Løgtingsfólk fáa í fyrsta lagi endurgjald fyri flutningskostnaðin av bili við Strandferðsluni. Síðani verður latin koyripeningur millum Havnina og heimstaðin í 100 dagar. Harafturat verður latin tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar.
Hetta verður samanlagt ein trivalig upphædd, sum verður latin løgtingsfólki skattafrítt.
***
Ferðastuðul
Her sæst munurin millum tað, sum løgtingsfólk fáa í ferðaendurgjaldi, og tað, sum vanlig fólk fáa. Hetta er ferðing millum bústað og arbeiði í høvuðsstaðnum:
Løgtingsfólk Palleba
Anfinn Kallsberg (Viðareiði) 80.640 13.104
Eyðgunn Samuelsen (Klaksvík) 69.120 12.054
Karsten Hansen (Klaksvík) 69.120 12.054
Jákup Mikkelsen (Klaksvík) 69.120 12.054
Bjørn Kalsø (Syðradalur K) 69.120 *) 12.054 *)
Heini O. Heinesen (Kunoy) 69.120 *) 12.054 *)
Jógvan á Lakjuni (Fuglafjørður) 59.160 7.455
Andrias Petersen (Syðrugøta) 54.040 6.405
Bill Justinussen (Glyvrar) 56.600 7.455
Tórbjørn Jacobsen (Glyvrar) 56.600 7.455
Kári P. Højgaard (Saltangará) 56.600 7.455
Alfred Olsen (Saltnes) 58.520 7.455
Helgi Abrahamsen (Strendur) 55.960 7.455
Edmund Joensen (Oyri) 42.520 5.355
Heðin Zachariasen (Streymnes) 39.320 5.355
Magni Laksáfoss (Streymnes) 39.320 5.355
Hans Pauli Strøm (Vestmanna) 40.600 5.255
Marjus Dam (Miðvágur) 24.960 8.904
Gerhard Lognberg (Skopun) 37.320 4.704
Jaspur Vang (Tvøroyri) 44.000 7.081
Hergeir Nielsen (Vágur) 61.280 11.195
*) Tølini útroknað til Klaksvíkar
***
Hetta fáa løgtingsfólk í samsýning
Lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna staðfestir, at løgtingsfólk skulu samsýnast á hendan hátt:
§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samvarandi 34. lønarflokki í tænastumannalógini íroknað vanliga viðbót.
2. stk. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt tingmonnum árligt kostnaðarendurgjald, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn, soleiðis:
a. Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga.
b. Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga.
c. Tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur í 100 dagar.
d. Tingmenn í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi fáa ikki kostnaðarendurgjald.