So nógv handrit komu til kapping um útvarpsleik

12 handrit eru komin inn til kapping um at skriva útvarpsleik, sum Kringvarp Føroya skipar fyri. Tað veit KvF at siga.

Ein dómsnevnd skal nú gjøgnumganga handritini og finna ein vinnara.

Fyrsta virðisløn í kappingini er 25.000 krónur, og onnur virðisløn er 10.000 krónur.

Vinnandi útvarpsleikurin verður spældur í Kringvarpinum seinni í ár.

Tað eru liðin næstan 15 ár, síðani seinastu kapping av hesum slagi. Tað var í 2002, at Kringvarpið og Listastevna Føroya skipaðu fyri kapping at skriva útvarpsleik. Ta ferðina vann Marjun Syderbø Kjelnes kappingina.