Í dag komu boðini um, at Hugh Hefner, kendur sum stovnarin av blaðnum Playboy og samstundis serstaka lívsstílinum í tiltikna Playboy Mansion, andaðist 91 ára gamal.
Hóast talið av seldum bløðum hjá Playboy hevur verið minkandi seinastu árini, so hevur Hugh Hefner verið væl fyri fíggjarliga. Útlendskir miðlar skriva, at sum skilst átti Hugh Hefner 266 milliónir krónur, tá ið hann doyði. Og aftrat hesum kemur sølan av Playboy Mansion á heili 620 milliónir krónur. Um hesir upplýsingar eru rættir, so var hann verdur knappa milliard, tá ið hann legði árarnar inn.
Enn eru eingi boð komin upp á, hvør fer at arva hesa pengar. Nú hann doyði var hann giftur við Crystal Harris, sum er 60 ár yngri enn Hefnar var. Harumframt hevur hann fýra vaksin børn. Hugh Hefnar vaks upp í miðalstætt familju í Chicago, og hann bar orð á sær, at vera sera gávumildur við sínum pengum.
Hugh Hefner skal jarðast í Westwood Memorial Park í Los Angeles. Tað sigst, at hann skal liggja undir liðini á Marilyn Monroe, som var fyrsta forsíðukvinnan á Playboy nakrantíð.