SAS hevur verið í trongum skóm í kjalarvørrinum av farsóttini, har SAS í fleiri umførum hevur fingið útvegað fígging og lán.
Nýggju íleggjararnir í bólkinum eru íleggjarafelagið Castlelake, flogfelagið Air France KLM, danski staturin og vinnulívsmaðurin Henrik Lind umvegis íløgufelag sítt Lind Invest.
Afturfyri krevja íleggjararnir, at SAS verður tikið av keypskálanum. Tað hevði við sær, at kursurin fall heili 96 prosent, tá ið keypskálin lat upp.
Tá ið keypskálin lat aftur í gjár, handlaðust partabrøvini fyri 0,029 krónur, ið er ein veldig minking í mun til, tá ið kursurin var hægstur í julimánaði í 2007, tá tey handlaðust fyri 372 krónur. Tað merkir, at virðið er fallið heili 99,99 prosent, og at ein millión í SAS-partabrøvum í 2007 vildi í dag verið slakar 78 krónur verd.
Harvið er samlaða virðið á SAS 210 milliónir krónur, og tað merkir, at BankNordik er meira enn sjey ferðir meira vert enn størsta flogfelag í Norðurlondum.