8-mannafør: Argjabáturin var klárt fremstur, og Ørvur vann tættu kappingina um næstfremsta plássið við Nevið Reyða. Nú skínur sólin oman og niðan í Klaksvík, har tað gongur sum eftir ánni við kappróðrinum.
Næstsíðsti róðurin var millum 8-mannaførini, og har var eingin ivi. Argjabáturin legði seg tíðliga á odda, og tá ið reyði Argjabáturin fór á mál, var hann eina bátslongd frammanfyri Ørv.
Kappingin millum næstfremsta plássið var sera tøtt millum Ørv og Nevið Reyða, sum eina løtu var næstfremstur.
Á málinum var munurin teirra millum ein skutur.
Kvívíkingur og Miðvingur vóru sera javnir, og á málinum vóru teir úr Kvívík stavnin frammanfyri miðvingar.
8 mannafør
1 Argjabáturin 07:08.20
2 Ørvur 07:11.19
3 Nevið Reyða 07:12.23
4 Kvívíkingur 07:18.07
5 Miðvingur 07:18.15
1 Argjabáturin 7
2 Ørvur 6
3 Nevið Reyða 5
4 Kvívíkingur 4
5 Miðvingur 3