Tá hetta vikuskifti er farið aftur um bak, er helvtin av kappingarárinum yvirstaðið. Og enn er hálvur annar mánaði til Ólavsøku.
Men soleiðis eigur tað at verða og spennandi verður tað kortini.
Umstøðurnar at rógva í Sundalagnum eru góðar. Róð verður 2000 metrar og eru veðurgudarnir við okkum, so kundi hent, at veðrið verður eins gott og á Skálafjarðarstevnu seinasta vikuskifti.
5-mannafør dreingir
Hjá dreingjunum sær soleiðis út, at Junkarin úr Kvívík hevur lagt seg á odda við 14 stigum.
Teir hava vunnið báðar tær undanfarnu stevnurnar við góðari frástøðu til næsta bát og tað tykist verða torført hjá hinum at fáa bukt við kvívíkingum.
Tó so, tríggir bátar liggja í oddinum og hava skilt seg eitt sindur frá hinum bátunum.
Drekin úr Havn og Blikur av Argjum eru bátarnir sum koma næst eftir Junkarin og skal nakar taka kvívíksdreingirnar, so er lítið at ivast í, at tað skal verða annar av hesum.
Og tað er heldur einki at taka seg aftur í, at teir á havnabátunum hava vant dúgliga hesar seinastu dagarnar fyri at fáa fatur á tí síðsta.
Um tað er nóg mikið fáa vit at síggja leygardagin um trýtíðina.
5-mannaførini liggja í hesi røð:
1.Sílið
2. Báran
3.Svanur
4.Súlan
5.Drekin
6.Junkarin
7.Blikur
8.Erla Kongsdóttir
9.Fípan Fagra
10.Tjaldrið
11.Ritan
6-mannafør kvinnur
Á Skálafjarðarstevnuni seinasta vikuskifti varð býtt um uppá nummar eitt og tvey frá Norðoyastevnu.
Hvessingur vann í Klaksvík, men megnaði ikki at halda Jarnbardi aftanfyri seg í Runavík.
Í Runavík gjørdist Gongurólvur nummar trý og munurin millum hesar tríggjar bátar var ikki so ógvuliga stórur. Tí er væl hugsandi at tað verður ein javnur róður í Sundalagnum.
Men, men. Hvessingur er á heimasjógvi og hava uttan iva stóran áhuga at vísa bygdafólki sínum, at tað sum hendi í Runavík, var eins »smuttari«.
Eftir hvat skilst, so hava tær ikki lagt venjingina um, men hava vant á sama hátt, sum tær plaga - og líka hart.
So er bara at bíða ...
Tað er tó vert at skoyta uppí í hesum sambandi, at bátarnir bert verða fimm í talið. Páll Fangi og Strálan hava ikki meldað til Sundalagsstevnuna.
Tveir bátar hava fingið gul kort. Gongurólvur og Páll Fangi, men tá tann seinni ikki hevur meldað til, so er tað bara Gongurólvur, sum hesaferð skal ansa sær ikki at fáa fleiri kort.
6-mannaførini liggja annars í hesi røð:
1.Lómur
2.Hvessingur
3.Jarnbardur
4.Gongurólvur 1.G
5.Fuglfirðingur
5-mannafør gentur
Størsti róðurin á seinastu nógvu stevnunum, hevur verið genturóðurin.
Í so máta verður Sundalagsstevnan einki undantak.
12 gentumanningar skulu dystast um heiðurin hesaferð og tað er ein færri enn seinast.
Tað, sum so kanska er keðiligt, er at tann báturin, sum ikki hevur meldað til, er ein Sundalagsbátur.
Hvassi úr Kollafirði verður ikki við í Sundalagnum, men úrslitið hjá teimum á Skálafjarðarstevnuni var heldur ikki serliga eggjandi. Tær komu síðstar um mállinjuna.
Í Runavík hendi tað óvæntaða, at Ørnin úr Sandavági fór við sigrinum og hon tók Koll og Svan við sær í oddin.
Tann róðurin var sera spennandi og úrslitið var fullkomiliga øðrvísi enn tað hjá somu bátum á Norðoyastevnu, tá Royndin Fríða úr Vági vann.
Men tað at bátarnir eru so javnir at teir bæði kunnu vinna og síðan gerast nummar sjey, ger bert spenningin uppaftur størri.
Vágsgentur hava í hvussu er nakað at vísa í Sundalagnum.
Tær skulu vísa áskoðarunum at okkurt var sum tað ikki skuldi verða seinasta vikuskifti.
Bátarnir liggja í hesi røð:
1.Drekin
2.Fípan Fagra
3.Tjaldrið
4.Royndin Fríða
5.Junkarin
6.Kollur
7. Ørnin
8.Svanur
9.Erla Kongsdóttir
10.Sílið
11.Beinta
12.Blikur
6-mannafør menn
Snopprikkur hevur gjørt bart báðar undanfarnu stevnurnar.
Í Klaksvík var starturin einki at reypa av, men tað var endaspurturin harafturímóti.
Sølmundur, sum lá fremst meginparturin av róðrinum á Norðoyastevnu megnaði ikki at halda tørn og tapti fyri Snopprikki.
Á Skálafjørðinum lá Snopprikkur fremst mestsum allan vegin og heldur ikki tá megnaði Sølmundur at gera nakað við hann.
Men ikki tí, munurin millum bátarnar er ikki størri enn so, at hann kann takast innaftur.
Skal Snopprikkur ikki fáa ov stóran fyrimun í stigatalvuni, so verða hinir bátarnir, og kanska serliga Sølmundur noyddir til at gera okkurt munagott.
Hósvíkingar fingu eitt gott úrslit í Runavík, og tí verður eisini spennandi at síggja teir í Sundalagnum.
Hvessingur varð mannaður beint undan Skálafjarðarstevnuni og tí høvdu teir bert verið einaferð í bátinum. Úrslitið var eisini hareftir. Men nú hava teir vant sera dúgliga verður sagt úr Hvalvík og tí vanta teir sær eitt munandi betri úrslit hesaferð.
Um tað so verður nóg mikið til at vinna, er so ein annar spurningur, men neyvan er tað sannlíkt.
6-mannaførini liggja soleiðis:
1.Kollfirðingur
2.Strálan
3.Lómur
4.Sølmundur
5.Snopprikkur
6.Hósvíkingur
7.Gongurólvur
8.Hvessingur
9.Jarnbardur
8-mannafør
Hjá 8-mannaførunum er kappingin eisini púra opin.
Miðvingar,argjamenn og kvívíkingar kappaðust sína
millum seinasta vikuskifti við miðvingum sum vinnarum
Hinar bátsmanningarnar lógu eitt sindur aftanfyri, men tó ikki so nógv, at tað ikki kann takast innaftur.
Tað er tó vantandi, at kappingin fer at standa millum teir fyrstnevndu tríggjar bátarnar.
Knørrur og Ørvur hava eisini víst góðar »taktir« í ár, so her er alt opið.
Hjá Kvívíkingum ræður serliga nógv um at koma fyrstur á mál. Skulu teir ikki missa takið á argjamonnum, so verða teir noyddir at spenna seg út.
Teir hava evnini. Tað vístu teir millum annað á bygdastevnuni á Skála, har teir vunnu m. a. frammanfyri Argjabátin.
Spennandi verður tað tí at síggja leygardagin hvør teirra verður stinnastur, tí áttamannafarsróðurin er altíð sera spennandi.
Bátarnir liggja í hesi røð:
1.Gullbrandur
2. Ørvur
3.Knørrur
4.Argjabáturin
5.Miðvingur
6.Kvívíkingur
7.Húsavíkingur
8.Sjóriddarin
10-mannafør
Eysturoyingur hevur tær báðar undanfarnu stevnurnar verði so langt frammanfyri hinar, at hann verður ikki tikin í ár.
Og Kjølur hevur verið so greiður á øðrumplássi, at neyvan verður hann tikin heldur.
Tað vil so siga, at kappingin fer at standa um triðjaplássi.
Seinasta vikuskifti stóð kappingin millum Havnarbátin og Nólsoyingur, við tí fyrra sum vinnara.
Um tað fer at verða so, er tó ilt at siga. Aftaru bátarnir hava verið ógvuliga javnir higartil og tí kann alt henda.
Heilt frammi fara kollfirðingar at leggja doyðin á at vísa eysturoyingum at teir ætla at forða teimum í at vinna allar stevnurnar í ár, men um tað verður nóg mikið er so ein annar spurningur.
Higartil hevur so púra eingin spenningur verið millum 10-mannaførini.
Bátarnir liggja í hesi røð:
1.Tvørabáturin
2. Nólsoyingur
3.Kjølur
4.Eysturoyingur
5.Havnarbáturin
6.Vestmenningur
7.Vágbingur